Liverpool vann í kvøld tryggjan sigur Crystal Palace. Sigurin merkir, at Liverpool nú er tvey stig frá at vinna enska meistaraheitið, og tað kann henda longu í morgin, tá Manchester City skal spæla móti Chelsea. Her skal Manchester City vinna, um Liverpool ikki skal vinna meistaraheitið í annaðkvøld.
Í fyrsta dystinum eftir koronasteðgin spældi Liverpool málleysan javnleik móti grannunum úr Everton. Í kvøld var liðið í sterkastu uppstilling og tað sást aftur á avrikinum. Liverpool var sannførandi frá dystarbyrjan og hótti í næstan hvørjum álopið.
Tað endaði við 4-0 sigri, har málskjúttarnir vóru Trent Alexander-Arnold, Mohamed Salah, Fabinho og Sadio Mané. Tað kundi lættliga verið meir og Liverpool bleiv snýtt fyri minst eitt brotsspark, tá Gary Cahill brádliga fór at spæla hondbólt.
Við sigrinum er Liverpool 23 stig fremst í Premier League. Seinast Liverpool vann meistaraheitið var í 1990. Tá var ongin av spælarunum, sum var á vøllinum fyri Liverpool í kvøld, føddur. Nærmastur er liðskiparin, Jordan Henderson, sum bleiv føddur 17. juni í 1990.