Egyptiski álopsspælarin Amr Zaki hevur fingið veruligt gjøgnumbrot í enskum fótbólti í ár. Zaki, sum Wigan hevur leigað frá egyptiskum felag, hevur longu skorað sjey mál í Premier League, og nú hava fleiri feløg fingið áhuga fyri honum. Eitt av teimum er Liverpool, sum hevur váttað, at har eru tey áhugað í at hyggja nærri eftir Zaki, men tey viðurkenna eisini, at nógv feløg nú eru áhugað í honum.









