Liverpool í kreppu

Liverpool tapti í dag 3-1 fyri Crystal Palace og nú er av álvara kreppa í felagnum

Í fjør var Liverpool við í stríðnum um meistaraheitið líka til seinasta dyst. Í ár ber einki til og liðið liggur nummar tólv, eftir at teir í dag taptu 3-1 fyri Crystal Palace, ið lá undir niðurflytingarstrikuni undan hesum dystinum.

 

Les eisini: Skert United vann á Arsenal

 

Hvørki Daniel Sturridge ella Mario Balotelli vóru tøkir til dystin í dag, so Rickie Lambert, ið kom til úr Southampton í summar, byrjaði inni. Hann legði eisini Liverpool á odda longu aftaná ein minutt.

 

Hetta helt bara eina løtu, so svaraði heimaliðið aftur, tá Dwight Gayle sendi ein retur í máli. Í seinna hálvleiki trýsti Liverpool eina løtu, men sum so oftani í ár var talan í fletu førum um ófarligt álopsspæl.

 

Les eisini: Chelsea trumlar víðari

 

Tað endaði við at Crystal Palace avgjørdi dystin við tveimum málum tíggju minuttir fyri tíð. Fyrst stóð Joseph Ledley púra leysur í brotsteiginum og skoraði, áðrenn Mile Jedinak sendi eitt fríspark upp í málhornið til endaliga úrslitið 3-1.

 

Brendan Rodgers hevur keypt dýrt inn í verjupartinum, men tað er torført at koma í tankar um nakran dyst, har verjan hevur sæð sannførandi út. Vørumerkið hjá venjaranum hevur verið álopsspælið, men tað synd at siga, at talan er um málrættað og vandamikið álopsspæl.


Les eisini: Rumbul um skaða hjá United spælara

 

Liverpool skal í vikuni spæla í Champions League móti Ludogorets í Bulgaria. Dysturin hevur avgernadi týdning fyri um Liverpool klárar at halda lív í vónini um at koma víðari úr bólkinum. Crystal Palace hevur nú vunnið seg uppum niðurflytingarstrikuna í Premier League.

 

Premier League:

Crystal Palace - Liverpool 1-3 (1-1)

0-1 Rickie Lambert, 2

1-1 Dwight Gayle, 17

2-1 Joseph Ledley, 78

3-1 Mile Jedinak, 81

 

Arsenal – Manchetser United 1-2 (0-0)

0-1 Kieran Gibbs, 56 sjálvm

0-2 Wayne Rooney, 85

1-2 Oliver Giroud, 90+5

 

Chelsea-West Bromwich Albion 2-0 (2-0)

11. 1-0 Diego Costa

25. 2-0 Eden Hazard

 

Everton-West Ham 2-1 (1-1)

26. 1-0 Romelu Lukaku

56. 1-1 Mauro Zarate

74. 2-1 Leon Osman

 

Leicester City-Sunderland 0-0

 

Manchester City-Swansea 2-1 (1-1)

09. 0-1 Wilfried Bony

19. 1-1 Stevan Jovetic

62. 2-1 Yaya Toure

 

Newcastle- Queens Park Rangers 1-0 (0-0)

78. 1-0 Moussa Sissoko

 

Stoke City-Burnley 1-2 (1-2)

12. 0-1 Danny Ings

13. 0-2 Danny Ings

32. 1-2 Jonathan Walthers