Seinna hálvfinalan í Capital One Cup steypakappingini var í kvøld leikt á Anfield, har Liverpool tók ímóti Stoke.
Tað var Liverpool sum hevði eitt betri útgangsstøðið undan dystinum, tí á Britannia leikvøllinum í Stoke vann Liverpool 1-0 fyri tveimum vikum síðani.
Liverpool livdi tó ikki upp til favoritt leiklutin á heimavølli í kvøld. Stoke vann dystin eftir vanliga leiktíð 1-0 við máli frá eysturríska Marko Arnautovic.
Sostatt noyddist dysturin út í longda leiktíð fyri at finna vinnaran. Og heldur ikki tá eydnaðist tað nøkrum av liðunum at avgera dystin til sín fyrimun.
Tískil skuldi brotssparkskapping til fyri at finna vinnaran av báðum dystunum.
Brotssparkskappingin gekk javnt á alla tíðina, tí tá fyrst Stoke brendi eitt brotsspark, brendi Liverpool samstundis eisini beinavegin aftaná.
Ikki fyrrenn í seinasta skotinum hjá Stoke misnýtti spanski, Marc Muniesa, meðan Joe Allen hjá Liverpool skeyt avgerandi brotssparkið fyri heimaliðið. Joe Allen skoraði ósvikaligt trygt, og tryggjaði tí Liverpool annað plássið í finaluni í Capital One Cup steypakappingini.
Seinni finalisturin verður funnin í annaðkvøld. Tá spæla Manchester City og Everton á Etihad Stadium í Manchester.
Tað er Everton sum hevur eitt betri útgangsstøðið við sær til tann dystin. Teir vunnu fyrra dystin 2-1 á heimavølli. Dysturin millum Manchester City og Everton byrjar í annaðkvøld klokkan 19:45.
Dysturin í kvøld:
Liverpool – Stoke 0-1 (0-1) (Liverpool vann eftir brotssparkskapping 6-5)
0-1 Marko Arnautovic, 45.