Liverpool áhuga í føroyskum málverja

Málverjin á føroyska U-19 landsliðnum, 17 ára gamli Gunnar Nielsen, hevur í farnu viku verið til royndarvenjingar í enska stórfelagnum Liverpool

Fótbóltur

Hóast hann einans er 17 ára gamal, hevur Gunnar Nielsen, sum hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í HB, longu roynt eitt sindur av hvørjum. Til dagligt er hann málverji á unglingaliðnum hjá danska superligafelagnum Frem, og har hevur hann eisini sitið á bonkinum í onkrum superligadysti. Í farnu viku fekk Gunnar so enn eina uppliving í skjáttuna, tá ið hann var og royndarvandi í enska stórfelagnum Liverpool.

Skal helst aftur til Liverpool
Á heimasíðuni hjá Frem stendur at lesa, at Gunnar luttók í fleiri venjingum í Liverpool, umframt at hann hevði spælt ein innanhýsis venjingardyst, har málverjin á írska U-16 landsliðnum vardi málið í hinum endanum.
Talentstjórin í Frem, Gert Jensen, sum sjálvur annar var við Gunnari í Liverpool sigur við heimasíðuna www.bkfrem.dk, at talentvenjarin og málmansvenjarin í Liverpool vóru væl nøgdir við avriki hjá Gunnari. Serliga fegnir vóru teir um, at ungi føroyski málverjin er 192 centimetrar til hæddar. Gert Jensen sigur eisini, at hann væntar enska felagið fer at senda boð eftir Gunnar aftur skjótt, so at teir kunnu síggja hann enn einaferð.
Sosialurin fer sjálvsagt at fylgja við Gunnari Nielsen og yrkisdreymi hansara.