Seinasti dysturin í Premier League í dag endaði við sigri til Liverpool móti West Bromwich Albion. Charlie Adam og Andy Carroll skoraðu málini hjá Liverpool, sum framvegis hevur eyguni eftir Champions League luttøku komandi ár.
Longu aftaná níggju minuttir bríkslaði dómarin fyri brotssparki til Liverpool. Luis Suarez fór umkoll í brotssteiginum hjá WBA. Fyrst lat dómarin, sum stóð í góðari støðu, spælið halda fram, men tá hjálpardómarin so vinkaði fyri brotssparki, peikaði hann á runda hvíta plettin í brotsteiginum. Charlie Adam skoraði upp á brotssparki.
Hvørki Steven Gerrard ella Jamie Carragher vóru við á Liverpool liðnum. Stutt fyri hálvleik økti Andy Carroll til 2-0, eftir góðari avlevering frá Luis Suarez.
Í seinna hávleiki var Liverpool nærri at økja enn WBA mundi verða at minka um munin. Liverpool hevur sett sær mál at røkka fjórða plássinum og er í løtuni á fimta plássi. Tottenham kann í morgin yvirhála teir, tá teir fáa vitjan av QPR.
Premier League um vikuskiftið:
Í dag:
Everton Manchester United 0-1 (0-1)
0-1 Javier Hernandez, 19
Chelsea Arsenal 3-5 (2-1)
1-0 Frank Lampard, 14
1-1 Robin van Persie, 36
2-1 John Terry, 45
2-2 André Santos, 49
2-3 Theo Walcott, 56
3-3 Juan Mata, 81
3-4 Robin van Persie, 85
3-5 Robin van Persie, 90
Manchester City Wolves 3-1 (0-0)
1-0 Edin Dzeko, 52
2-0 Alexandar Kolarov, 67
2-1 Stephen Hunt, 75 br
3-1 Adam Johnson, 90
Norwich Blackburn 3-3 (0-1)
0-1 David Hoilet, 45
1-1 Steven Morison, 53
1-2 Aiyegbeni Yakubu, 62
1-3 Christopher Samba, 64
2-3 Bradley Johnson, 82
3-3 Grant Holt, 90 br
Sunderland Aston Villa 2-2 (1-1)
0-1 Stiliyan Petrov, 20
1-1 Connor Wickham, 38
1-2 Richard Dunne, 85
2-2 Stephane Sessegon, 89
Swansea Bolton 3-1 (0-0)
1-0 Joe Allen, 49
2-0 Scott Sinclair, 57 br
2-1 Daniel Graham, 74 sjálvmál
3-1 Daniel Graham, 90
Wigan Fulham 0-2 (0-1)
0-1 Clint Dempsey, 42
0-2 Moussa Dembélé, 87
WBA Liverpool 0-2 (0-2)
0-1 Charlie Adam, 9 br
0-2 Andy Carroll, 45+1
Sunnudagin:
Tottenham QPR (16:00)
Mánadagin:
Stoke Newcastle (20:00)