Í kvøld verður seinna hálvfinalan í Champions League millum Villarreal og Liverpool. Liverpool vann fyrru hálvfinaluna 2-0 á Anfield. Liverpool hevur tí munin og er favorittur at koma í finaluna. Tað hevði veri fyri triðju ferð upp á fimm ár.
Villarreal (0) – (2) Liverpool (20.00)
Liverpool vann uppiborið 2-0 í fyrru hálvfinaluni. Helst skuldi Liverpool verið á odda við fleiri í hálvleikinum, men tað skuldi eitt sjálvmál til, áðrenn Liverpool fekk hol á. Løtu seinni økti Sadio Mané til 2-0.
Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, segði bæði áðrenn og eftir dystin, at Villarreal er ikki at spæla við. Tað hevur hann endurtikið undan dystinum í kvøld, sjálvt Liverpool er á odda 2-0. Unai Emery, venjari hjá Villarreal, hevur lovað, at heimaliðið fer at spæla sín kjans í kvøld.
Heimaliðið hevur onkrar avbjóðingar í hópinum. Gerard Moreno, sum er ein týandi spælari í álopspartinum, var ikki við á Anfield og hevur bara havt eina venjing undan dystinum í kvøld. Verjukempan Raul Abiol hevur eisini skaða at dragast við, meðan Arnaut Danjuma helst situr yvir við sjúku.
Hjá Liverpool er tað bara Roberto Firmino, sum ikki er við. Liverpool vann leygardagin 1-0 á Newcastle. Tá gjørdi Jurgen Klopp fimm broytingar. Millum teirra, sum ikki byrjaðu inni vóru Mohamed Salah, Trent Alexander-Arnold, Thiago og Fabinho. Teir spæla helst allir frá byrjan í kvøld.