Liverpool hevur lyklaspælarar klárar

Champions League: Fýra lyklaspælarar eru at síggja til tøkir hóast skaðar

Liverpool skal í kvøld spæla Champions League finaluna móti Real Madrid í franska høvðusstaðnum París. Upptaktin hevur verið órógvað av nógvum dystum, einum meistarastríði og skaðum.

 

Meðan Real Madrid hevur sólað sær í einum meistararúsi í tríggjar vikur, so hevur Liverpool spælt FA Cup finalu og trýst Manchester City til markið í meistarastríðnum í Premier League. Tað hevur kostað skaðar til spælarar sum Virgil van Dijk, Fabinho, Thiago og Mohamed Salah.

 

Gleðiligu tíðindini fyri viðhaldsfólkini hjá Liverpool er, at allir fýra eru við í París og venja við liðnum. Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, letur væl at øllum fýra. Størsta ivamál hevur nokk verið um Thiago, sum mátti lata seg skifta út í dystinum móti Wolverhampton sunnudagin.

 

Mett verður, at Ibrahima Konaté vinnur dystin um miðverjuplássið við Joel Matip, og at Luís Díaz byrjar í vinstru. Hartil siga søgurnar, at Sadio Mané møguliga spælir sín seinasta dyst fyri Liverpool, tí hann er á veg til Bayern Munchen.

 

Væntað uppstilling:

 

Liverpool: Alisson; Alexander-Arnold, Konaté, Van Dijk, Robertson; Henderson, Fabinho, Keïta; Salah, Mané, Luis Díaz