Liverpool hevur funnið sín áleypara

Tað verður størsta stjørnan hjá Aston Villa, ið framyvir skal skora mál fyri Liverpool

Undan seinasta kappingarári misti Liverpool Luis Suarez til Barcelona. Samstundis var Daniel Sturridge skaddur so at siga alt kappingarárið, og so manglaði fólk at skora mál fyri søguríka, reyða felagnum. Liverpool vónar nú, at trupulleikin er loystur til komandi kappingarár.

 

Í gjárkvøldið kunngjørdi Liverpool nevniliga, at felagið hevur keypt Christian Benteke frá Aston Villa. Sambært enskum miðlum, so hevur Liverpool goldið heili 350 milliónir fyri belgiska framherjan. Hetta má sigast at vera ein sera dýrur keypsprísur.

 

Benteke er 24 ár, og spældi hann við Aston Villa í trý kappingarár. Hann skoraði 49 mál í 101 dystum.