Liverpool knústi West Ham 4-0 á Anfield Road í kvøld, eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Fernando Torres hevur veruliga vunnið sær uppá somu hæddir, sum Ian Rush, Robbie Fowler og Michael Owen tá teir vóru uppá tað besta fyri Liverpool. Dirk Kuyt hevur fingið okkurt toyggið frá Liverpool-viðhaldsmonnum, men hann legði upp til tvey av málinum hjá Torres í kvøld. Steven Gerrard skeyt fjórða málið hjá Liverpool við enn einum vøkrum langskotsmáli. Men áðrenn Liverpool kom á odda 2-0 vóru teir ikki serliga sannførandi, og brendu teir nógvar málmøguleikar tað einu løtuna. Liverpool og Everton hava nú bæði 53 stig, 5 stig eru niður til Aston Villa. Fernando Torres hevur nú skorað 18 mál.