Liverpool í hálvfinaluni eftir ótrúligan dyst

Liverpool er í hálvfinaluni í Europa League eftir ótrúligan comeback-sigur ímóti Borussia Dortmund.

Fjórðingsfinalur hava verið í Europa League í kvøld, har tann mest áhugaverda mundi vera ímillum Liverpool og Borussia Dortmund, sum eftir 1-1-javnleik í fyrru hálvfinaluni í kvøld hittust á Anfield.


Tað vóru týsku gestirnir, sum fingu eina dreymabyrjan. Við tveimum málum upp á skjótálop løgdu Henrikh Mkhitaryan og Pierre-Emerick Aubameyang Borussia Dortmund á odda 2-0 longu eftir níggju minuttum.


2-0 var eisini hálvleiksstøðan, men við einum máli bara tríggjar minuttir eftir steðgin gav Divock Origi Liverpool trúnnað upp á at tað kundi lata seg gera, tá ið hann minkaði til 2-1. Smáar tíggju minuttir seinni økti Marco Reus tó til 3-1.


Tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin minkaði Philippe Coutinho til 3-2, og 12 minuttir fyri leiklok javnaði Mamadou Sakho til 3-3. Seinasta korterið var ógvuliga spennandi, og tað var Liverpool, sum trýsti.


Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, stútaði Dejan Lovren sigursmálið inn fyri Liverpool, sum harvið fer víðari til hálvfinaluna við samanløgdum 5-4-sigri til mikla gleði fyri fullsetta Anfield.


Hinar fjórðingsfinalur í kvøld:

Sevilla – Athletic Bilbao 1-2 (3-3 samanlagt, Sevilla víðari eftir brotssparkskapping)

Shakhtar Donetsk – Braga 4-0 (6-1 samanlagt)

Sparta Prag – Villarreal 2-4 (3-6 samanlagt)