Liverpool hølvaði Manchester City av í fyrra hálvleiki

Liverpool vann heili 3-0 á heimavølli móti Manchester City í kvøld

Ein stórdystur var á skránni í fjórðingsfinalunum í Champions League í kvøld.

Liverpool tók nevnliga móti Manchester City á Anfield, og dysturin gjørdist ein, ið flestu Liverpoolfjepparar fara at minnast.

 

Liverpool tóktist alt fyri eitt at vera meira ágrýtnir. Teir trýstu Cityleikararnar allastaðni á vøllinum, og longu eftir ellivu minuttum høvdu teir lagt seg á odda 1-0.

Tað var toppskjúttin, Mohammed Salah, ið fangaði ein bólt inni í brotsteignum, eftir at Firmino hevði dribblað seg inn úr síðuni. Salah var avgjørdur og setti bóltin hart upp í nettakið til stóra frøi fyri heimaáskoðararnir.

 

Manchester City fekk ein rímiligan møguleika stutt eftir, men teir gjørdust ongantíð veruliga vandamiklir fyri verjuna hjá Liverpool.

 

Í staðin økti Liverpool eftir at tjúgu minuttir vóru leiktir. Tað var Alex Oxlade-Chamberlain, ið fekk fatur á einum bólti nakað uttanfyri brotsteigin hjá City, og hann gjørdi ikki mætari enn at langa eitt langskot í málið, so at støðan var 2-0.

 

Cityleikararnir tóktist ørkymlaðir og frustreraðir um at teir ikki fingu spælt seg nóg væl út úr Liverpooltrýstinum, og eftir at ein hálvur tími var leiktur, var aftur galið.

Mohammed Salah fekk bóltin í høgru síðu og legði eitt sera neyvt innlegg til Sadio Mané, ið var púra fríur og fekk skallað bóltin í netið til 3-0.

Liverpool helt á at trýsta, men har komu ikki stórvegis málmøguleikar fyrr enn farið var til hálvleiks.

 

Í seinnu hálvu eydnaðist tað City betri at spæla bóltin millum sínar leikarar, og stundum fingu teir trýst Liverpool rættiliga langt aftur móti egnum máli.

Kortini væntaðu teir stóru málmøguleikarnar, og við eitt sindur meira hepni kundi Liverpool eisini økt enn meira, tá ið teir sloppu sær í mótálop.

Liverpool dúvaði minni og minni uppá álopið, og restina av dystinum jagstraði City umráðandi útivallarmálið.

Tað var um reppið at hetta málið kom tá i City fekk bóltin í netið, men ein tepur rangstøða var dømd júst frammanundan.

 

Í staðin eydnaðist tað Liverpool at verja 3-0 úrslitið hjá sær, og tykjast teir at hava annað beinið í hálvfinalunum eftir ein framúr góðan fyrra hálvleik móti enska oddaliðnum.