Liverpool gjørdi eitt hál

Liverpool gjørdist stóri vinnarin hetta vikuskiftið í Premier League

Tríggir dystir hava í dag verið í ensku Premier League.

 

Fyrsti dysturin var longu klokkan 12 í dag, tá London liðini Tottenham og West Ham møttust. Talan var sera undirhaldandi og ferðmiklan dyst, sum West Ham hevði gott tamarhald á størsta partin av tíðini. West Ham var eisini leingi á odda 2-0, men við einum frálíkum endaspurti, eydnaðist tað Tottenham í evstu løtu at koma uppá javnt. Enn einaferð var tað stjørnuskotið hjá Tottenham, Harry Kane, ið var avgerandi fyri heimaliðið.

 

Annar dysturin í dag var á Goodison Park, tá Everton tók ímóti Leicester. Og eins og tann undanfarni dysturin, var talan um málríkan og undirhaldandi dyst. Dysturin endaði við 2-2 javnleiki, eftir at Everton ímóti endanum av dystinum fekk javna.

 

Seinasti dysturin í dag, var á St Mary’s Stadium í Southampton. Dysturin var millum Southampton og Liverpool, tvey feløg, ið bæði kappast um at koma við í Champions League komandi ár.

Hóast Southampton var væl við stóran part av dystinum, og kendu seg snýttar fyri brotsspark, so var tað útiliðið Liverpool, ið dró longra stráðið.

Philippe Coutinho legði Liverpool á odda í fyrra hálvleiki, meðan Raheem Sterling økti um munin í seinna hálvleiki.

 

Við sigrinum, gjørdi Liverpool eitt veruligt hál hetta vikuskiftið, tí fleiri av kappingarneytunum um seinasta Champions League plássið, settu um vikuskiftið stig til. Manchester United tapti í gjár móti Swansea, meðan Tottenham fyrr í dag einans fekk javnleik móti West Ham.

 

Úrslitini í dag:

 

Tottenham – West Ham 2-2 (0-1)

Everton – Leicester 2-2 (0-0)

Southampton – Liverpool 0-2 (0-1)