Liverpool gjørdi tað aftur

Premier League: Liverpool vann í kvøld 2-1 á Wolverhampton, men tað stóð nógv á

Liverpool hevur aftur í kvøld vunnið ein dyst í hesum kappingarárinum. Liverpool vann 2-1 á Wolverhampton og hevur nú vunnið 22 av 23 dystum í Premier League. Jordan Henderson og Roberto Firmino skoraðu málini.

Eins og móti Manchester United, fekk Liverpool ein góða byrjan upp á horna. Aftur var talan um hornapark úr høgru. Hesa ferð var tað liðskiparin, Jordan Henderson, sum setti høvdið á við nærmastu stong.

Tað er ein strika í rokningini hjá Liverpool, at Sadio Mané mátti av vøllinum við nøkrum sum líkist einum vøddaskaða. Fyrstu útmeldingarnar eru at Sadio Mané føldi eitt sindur til eina fipur, og valdi at lata seg skifta út. Helst er talan ikki um longri steðg verður sagt.

##med2## 

Í seinna hálvleiki tók Wolverhampton yvir. Liverpool hevði møguleikar at økja, men leikliga setti heimaliðið Champions League vinnararnar undir trýst. Tað endaði við at Adama Traore rann frá verjuni og legði bóltin beint á høvdið hjá Raul Jimenez, sum hegnisliga stútaði bóltin í málið.

Eina løtu sá út til at Liverpool fór at missa stig, fyri fyrstu ferð síðani málleysa javnleikin á Old Trafford. Men fáar minuttir fyri tíð endaði bólturin fyri føturnar á brasilska Roberto Firmino, sum sendi bóltin í málið úr 10 metrum ella so. 

##med3##

Liverpool hevur nú 67 av 69 møguligum stigum í hesum kappingarárinum. Tað eru 16 stig niður til nummar tvey, Manchester City, sum hevur spælt ein dyst fleiri. 

Premier League 24. umfar:

AFC Bournemouth- Brighton 3-1

Aston Villa – Watford 2-1

Crystal Palace – Southampton 0-2

Everton – Newcastle 2-2

Sheffield United – Manchester City 0-1

Chelsea – Arsenal 2-2

Leicester City – West Ham 4-1

Tottenham – Norwich 2-1

Manchester United – Burnley 0-2

Wolverhampton – Liverpool 1-2

1Liverpool23221054:1567
2Man City24163565:2751
3Leicester24153652:2448
4Chelsea24124841:3240
5Man Utd2497836:2934
6Tottenham2497838:3234
7Wolves24810635:3234
8Sheffield Utd2489725:2333
9Southampton24941131:4231
10Arsenal24612632:3430
11Crystal Palace2479822:2830
12Everton24861028:3530
13Burnley24931228:3830
14Newcastle24861024:3630
15Brighton24671127:3425
16Aston Villa24741331:4525
17West Ham23651227:3823
18Bournemouth24651323:3723
19Watford24581121:3623
20Norwich24451524:4717