Liverpool framvegis meistaraevni

Í dag vann Liverpool 4-3 á Swansea, og Newcastle vann 1-0 á Aston Villa

Liverpool er framvegis við í tøttu kappingini um meistaraheitið. Í dag vann Liverpool 4-3 á heimavølli ímóti Swansea. Harvið eru tað framvegis fýra stig frá fjórða plássinum og Liverpool og fram til Chelsea og oddasessin.

Málríka uppgerðin á Anfield Road í dag var eyðkend av, at verjuspælið var ikki so sannførandi sum framrættaði parturin. Talan tóktist fara at verða um sannførandi heimasigur, tá ið Liverpool við málum, sum Daniel Sturridge og Jordan Henderson skoraðu, longu eftir 20 minuttir var frammanfyri 2-0. Men bara tíggju minuttir seinni var aftur javnt, eftir at Jonjo Shelvey og Wilfried Bony høvdu skorað fyri Swansea, og framúr undirhaldandi hálvleikurin endaði 3-2, tí Daniel Sturridge skoraði enn eina ferð fyri Liverpool.

Eisini í 2. hálvleiki var tað tætt og undirhaldandi. Tríggjar minuttir eftir steðgin varð Wilfried Bony tvífaldur málskjútti fyri Swansea, og so stóð 3-3. Eitt korter undan leikloki skoraði Jordan Henderson enn eina ferð, og harvið vann Liverpool 4-3.

Heimaliðið var favorittur, tá ið Newcastle hevði vitjan av Aston Villa. Tað eydnaðist favorittunum at vinna fulla úrtøku, men tað leyp einki av. Newcastle vann 1-0, og Loic Remy skoraði sigursmálið í evstu løtu.