Liverpool fleiri yvirtíðarsigrar enn United í søguni

Í søguni hjá Premier League hevur Liverpool vunnið oftari enn Manchester United í tíðini, sum dómarin hevur lagt aftrat

Tað verður mangan tikið til av Premier League fjepparum, at Manchester United er tað liðið, sum oftast eru so hepnir, at teir vinna í tíðini dómarin hevur lagt aftrat, og teir eru tað liðið, sum oftast fær tillutað eitt brotsspark í Premier League.

 

Trupuleikin er bara, at hagtølini síðani Premier League byrjaði í 1992 avsanna hetta. Hagfrøðingar hjá ítróttarhagfrøðisfelagsskapinum Opta hava gjørt upp, og hagtølini hesi farnu 24 árini vísa, at Manchester United er hvørki liðið, sum fær flest brotsspørk tillutað, ella tað liðið, sum oftast vinnur í tíðini dómarin hevur lagt aftrat.

 

Enska blaðið "The Mirror" hevur kunngjørt hagtølini hjá Opta, og tey síggja soleiðis út :

 

Flest tillutaði brotsspørk í Premier League síðani 1992 :

 

1. Liverpool, 137
2. Arsenal, 129
3. Manchester United, 123
4. Chelsea, 122
5. Newcastle, 114

 

Og í hagtølunum hvat lið hevur vunnið flest sigrar í Premier League í tíðini dómarin hevur lagt aftrat sær tað soleiðis út :

 

1. Liverpool, 28
2. Arsenal, 21
3. Chelsea, 20
4. Everton, 19
5. Manchester United, 18

 

Staðfestast má, at hagtalsliga gjøgnum 24 ár er Liverpool fremsta liðið bæði innan tillutaði brotsspørk í Premier League, og at vinna dystir í tíðini, sum dómarin hevur lagt aftrat.