Liverpool-fjepparar á ferð

Liverpool Føroyar skipar fyri spennandi túri til Liverpool í døgunum 29 oktobur til 1 novembur.

Fótbóltsferð

Liverpool fjepparar hava nú møgleikan at verða til staðar at síggja Liverpool FC spæla tveir dystir á rað á Anfield, ein í Premier League móti West Ham, og ein í Champions League móti Anderlecht.
Flogi verður úr Vágum leygarmorgunin 29 oktobur kl 08.00 beinleiðis til John Lennon Airport í Liverpool og aftur týskvøldi 1 novembur um midnáttina til Vágar.
Gist verður á 4 stjørnaðum hotelli beint uttanfyri Liverpool. Møguleiki verður m.a. at vitja Anfield Museum og The Beatles Museum. Kostnaðurin fyri ferðina er kr 5.995. Meira fæst annars at vita á slóðini, www.liverpool.fo