Liverpool í finaluni

Liverpool skal fyri aðru ferð í trý ár spæla Champions League finalu. Siðvanda enska felagið sendi í kvøld Chelsea úr kappingini, tá teir reyðu hildu høvdinum kaldari, tá alt skuldi avgerast úr ellivu metrum.

Chelsea hevði annars eina 1-0 leiðslu frá fyrra dystinum, men hesa javnaði danski Daniel Agger eftir 22 minuttum. Síðani royndu báðir partar í einum ferðmiklum og kontant spældum dysti at avgera til egnan fyrimun. Men tá so Kuyt endiliga fekk bóltin i netið, varð málið kolldømt.

Kuyt fekk tó seinasta orðið kortini. Í longdu leiktíðini misnýtti hann risa møguleika at skora avgerandi málið, men tá hann sum fjórði Liverpool spælarin fekk møguleikan í brotssparkskappingini, tók hann av. Tá hevði Pepe Reyna longu bjargað royndum frá innskiftu Robben og Geremi, og so gjørdist Kuyt stóri sigursharrin.

Mótstøðuliðið hjá Liverpool í finaluni verður funnið í morgin, tá Milan spælir seinnu hálvfinaluna móti Manchester United. Fyrra dystin á Old Trafford vann Manchester United 3-2.