Liverpool fekk steypið til ognar

Eins og fuglurin Føniks reis Liverpool úr øskuni, og eftir 120 ómetaliga spennandi minuttir kundi Liverpool aftur hevja steypið við teimum stóru oyrunum. Ein tann mest spennandi finalan í eitt mannaminni varð spæld í Istanbul mikukvøldið

Champions League

Tað var niður í dalin og upp á tindin. Reint kensluliga var Champions League finalan mikukvøldið ikki fyri fólk við veikum hjarta. So ótrúligt sum tað ljóðar, so var tað Liverpool, sum lá omaná, eftir at Milan og Liverpool høvdu dystast.
Hvør skuldi trúð, at Liverpool kundi venda gongdini eftir at hava verið aftanfyri 3-0 ímóti AC Milan í einum finaludysti? Um nakar, sum er við síni fullu fimm, kann vitna hetta, vil greinskrivarin fegin hoyra frá viðkomandi.
Avrikið hjá Liverpool mikukvøldið fer í søgubøkurnar sum eitt einastandandi ?comeback?. Eingin hevur hevur afturút við trimum málum og vent gongdini fyri síðani at vinna. Hetta var eisini málríkasta finala síðan 1962, tá Benfica vann 5-3 á Milan.

Skelkandi byrjan
Grundvøllurin undir sigrinum hjá Liverpool í Champions League hevur verið verjuketan, sum í fleiri førum hevur víst heimsklassa. Men hendan verjan sveik fullkomiliga í fyrra hálvleiki.
Eftir bert 52 sekund hevði AC Milan lagt seg framum. Eftir at hava givið bóltin upp sendi Traoré bóltin fyri føturnar á Pirlo, sum straks setti eitt álop í verk, og tað endaði við, at Kaka vann eitt fríspark í høgra borði.
Deyðbólts-serfrøðingurin Pirlo sendi lágt innfyri, har liðformaðurin Maldini fluktaði bóltin í kassan. Liverpool-verjan var tikin á bóli í fyrsta minutti. Har ein skriða er lopin, er onnur væntandi, sigur orðatakið.
Milan hevði takið á dystinum fyri steðgin, og tað skjóta álopsspælið hjá milanesarum vísti seg at vera ein ov stórur gloypibiti hjá Liverpool.
Sum hálvleikurin leið, var tað Milan, sum var vandamiklari og skapti fleiri málmøguleikar. Shevchenko fekk bóltin í kassa, men tað var kolldømt vegna sera tunna rangstøðu. Verjan hjá Liverpool hevði eisini ilt við at fóta sær, og serliga Traoré var fleiri ferðir á tunnum ísi, tá Shevchenko og Kaka royndu seg við gjøgnumbrotum.
Móti endanum av hálvleikinum fór luftin úr ballónini hjá Liverpool, og Milan fekk tvey skjót mál. Fyrst var tað Shevchenko, sum varð sendur ígjøgnum í høgra borði í einum skjótálopi. Hann legði tvørturum til Crespo, sum skoraði til 2-0.
Beint frammanundan hevði Garcia rópt um brotsspark, tá Nesta nýtti albogan at steðga bóltinum inni í brotsteiginum. Hetta vóru Liverpool-leikararnir sera ónøgdir við, men ístaðin fyri brotsspark og møguliga 1-1, gjørdis tað hinvegin 2-0 til Milan.
Ilt skuldi gerast verri, og fáar minuttir seinni var 3-0. Aftur var tað Crespo, sum átti síðsta fótin á bóltinum. Kaka legði eina perfekta sending ígjøgnum verjuna til Crespo, sum lyfti uppum Dudek til 3-0.

Enska skommin
Fyri nøkrum árum síðani sá eg eina dokumentar-sending um enskar fótbólts-hooligans, og hvussu teir týggjaðu sær í Hollandi og Belgia í EM 2000. Sendingin kallaðist ?Enska skommin?, og eg helt, at hetta var ein hóskandi yvirskrift til hesa greinina. Hesin spádómur varð tó so dyggiliga gjørdur til skammar í seinna hálvleiki.
Carlo Ancelotti, venjari hjá Milan, lýsti løtuna sum ?seks svakir minuttir?. Tað tók nevniliga Liverpool seks minuttir at venda 0-3 til 3-3. Besta comeback í søguni hjá evropeisku kappingini fyri meistaralið.
Eins og Liverpool hevur Milan-liðið havt eina krútsterka verju, og hon hevur fleiri ferðir borðið liðið ígjøgnum dystir, tá álopið ikki hevur riggað optimalt. Men nú sveik hon brádliga.

Undrið
Hóast enska liðið var aftanfyri við trimum málum, fullu teir ikki í fátt. Fyrst var tað liðformaðurin Gerrard, sum minkaði um munin til 3-1, tá hann stýrdi einum innleggi frá Riise í handara horn.
Tveir minuttir seinni var tað Vladimir Smicer, sum gjørdi tað veruliga spennandi, tá hann úr 25 metrum langaði ein bólt inn.
Nú fóru teir reyðu veruliga at trúgva uppá, at undrið kundi henda. Og vit skuldu bert bíða í fýra minuttir, tá Liverpool fekk brotsspark. Milan Baros, ið annars hevði tað ómetaliga torført sum einsamallur áleypari, fekk vart bóltin væl inni í brotsteiginum og legði fyri føturnar á Gerrard, sum varð feldur av Gattuso.
Málverjin hjá Milan, Dida, bjargaði í fyrsta umfari, men Xabi Alonso fylgdi sjálvur upp og beindi returin inn til 3-3.
Eftir hetta dovnaði dysturin eitt sindur. Liverpool tók seg longri aftur á vøllin og hugsaði mest um at verja javnleikin.
Milan hevði eisini tær vandamiklaru royndirnar eftir hetta. Traorá bjargaði til dømis einaferð á málstrikuni, tá Shevchenko fangaði ein retur frá Dudek, og Jon Dahl Thomassen hevði eisini ein gyltan møguleika eftir innlegg frá Serginho.
Størsta møguleikan í øllum dystinum átti tó Shevchenko. Hann setti høvdið á eitt innlegg frá Serginho, sum Dudek bjargaði í fyrsta umfari. Sheva fekk tó enn ein møguleika at beina bóltin í netið, men 50 sentimetrar frá málinum rakti hann beint í krovið á málverjanum, sum allarhelst spældi sín síðsta dyst fyri Liverpool.

Liverpool helt høvdið kalt
Síðani varð farið til brotssparkskapping, og fleiri vildu gera Milan til favorittar enn einaferð. Milan vann nevniliga eftir brotsspørk ímóti Juventus fyri tveimum árum síðani, og Dida verður harumframt mettur sum ein tann besti málverjin í Evropa í dag.
Men hesuferð var tað Liverpool, ið helt høvdið kalt í avgerandi løtuni. Serginho sendi sítt skot omanfyri, og Dudek bjargaði skotinum hjá Pirlo. Harímillum hevði Hamann skorað uppá sítt spark.
Síðani var tað danin Jon Dahl Thomasson, og hann skoraði tað fyrsta hjá Milan.
Hin norðurlendingurin í finaluni, John Arne Riise, megnaði ikki at skora, tá Dida sera akrobatiskt fekk tveitt seg niður í høgra horn og bjargað.
Síðani kundi Milan javnað, og tað gjørdi Kaka uttan stórvegis trupulleikar. Liverpool átti tó eitt skot til góðar, og tað setti Smicer (spælir helst eisini sín síðsta dyst fyri Liverpool) trygt í netið.
Um ikki Shevchenko skoraði tað fimta og síðsta brotssparkið hjá Milan, hevði Liverpool vunnið finaluna. Stjørnuáleyparin hjá Milan var ikki nóg kaldur, og Dudek bjargaði skotinum. Harvið gjørdist Liverpool Champions League vinnari anno 2005.
Ímóti øllum oddsum og metingum hevur Rafael Benitez gjørt eitt bragd og ført steypið við teimum stóru oyrunum aftur til Anfield. Hetta var fimti sigurin hjá Liverpool í hesi kapping, og tí fær felagið steypið til ognar.
Nú skal UEFA gera av, um Liverpool sleppur at verja heitið. Liverpool endaði nevniliga á fimta plássi í Champions League, og tað gevur ikki atgongd til Champions League. Enska fótbóltssambandið hevur gjørt av, at fýra tey fremstu fara víðari, og at einki undantak verður gjørt.
Nú setur Liverpool sína vón til, at UEFA fer at loyva vinnaranum 2005 at vera heitið komandi kappingarár. Hetta málið verður avgreitt, áðrenn vikan er liðin.