Liverpool fekk bara eitt stig

Liverpool-málið burdi verið kolldømt fyri rangstøðu, tá Liverpool spældi 1-1 ímóti West Ham í kvøld.

Liverpool hevði í kvøld møguleikan at økja um oddastøðuna upp í fimm stig aftur í Premier League, tá ið teir vóru á vitjan í London hjá einum skerdum West Ham-liðið, men har skuldi tað vísa seg at gerast truplari enn hildið.


Sadio Mané legði annars gestirnar á odda 1-0 miðskeiðis í fyrra hálvleik við einum máli, sum ikki burdi verið góðtikið vegna rangstøðu í næstseinastu avleveringini undan málinum.


Heimaliðið svaraði tó skjótt aftur, og góðar fimm minuttir seinni var tað Michail Antonio, sum eftir eina góða frísparkssamanseting varð spældur í góða støðu og javnaði til 1-1.


Liverpool royndi at leggja trýst á í seinna hálvleiki. Teir høvdu eisini bóltin fyri tað mesta, men tað vóru rímiligir málmøguleikar til bæði liðini, og serliga ein risa stórur til innskifta Divock Origi í allarsíðstu sekundunum.


Bólturin fór tó ikki í málið, og so endaði tað við 1-1-javnleiki. Við javnleikinum í kvøld er Liverpool nú trý stig frammanfyri Manchester City fremst í Premier League. West Ham er nummar 12.