Liverpool fann ikki málið

Í einari roynd at røkka toppinum í Premier League var Liverpool leygardagin á vitjan hjá Blackburn. Einki mál kom í dystinum, hóast liðini høvdu góðar møguleikar at skora. Eitt nú hevði David Bentley hjá Blackburn tvær royndir á stongina. Við eina stiginum lyftir Blackburn seg upp á eitt deilt 5. pláss, meðan Liverpool liggur á 7. plássi. Samstundis roynir Blackburn nú at fáa venjaran Mark Hughes at leinja sáttmálan við felagið.