Liverpool fall í Madrid

Hálvfinalurin í Europa League vóru leiktar í kvøld. Í Madrid vann Atl. Madrid 1-0 á Liverpool. Heimaliðið kom á odda longu eftir níggju minuttir. Tað var fyrrverandi Manchester United framherjin, Diego Forlan, ið skoraði eitt heldur komist mál. Eitt frálíkt Atl. Madrid álop endar við, at bólturin verður sendur innfyri til ein púra frían Forlan, ið ikki orduliga fær høvdið á bóltin. Í aðru atløgu fær hann fótin á bóltin, sum fyrst rakar Pepe Reina í Liverpool málinum, fyri síðani at raka Forlan aftur áðrenn bólturin, umvegis øksluna hjá Reina, fer um málstrikuna. Á málstrikuni gjørdi Jamie Carragher eina roynd at sparka bóltin vekk, men hann rakti slett ikki.

 

Liverpool hevði onkrar møguleikar at javna. Bæði Yossi Benayoun og Steven Gerrard vóru nær við. Atl. Madrid hevði eisini sínar møguleikar at økja. Serliga Simao var nær, men Pepe Reina í Liverpool málinum bjargaði væl.

 

Fulham megnaði í Hamburg, at halda málið rein tog fáa eina málleysan javnleik heim við. Hamburg hevði fleiri møguleikar at leggja seg á odda, men teir fingu ikki bóltin framvið Mark Schwarzer í Fulham málinum.

 

Seinnu hálvfinalurnar verða um eina viku.

 

Europa League úrslit í kvøld:

 

Atl. Madrid ? Liverpool(1-0) 1-0

1-0 Diego Forlan (9)

 

Hamburg ? Fulham(0-0) 0-0