Liverpool í FA Cup finaluni

Andy Carroll tryggjaði Liverpool eitt pláss í FA Cup finaluni í dag ímoti grannunum úr Everton, tá hann tríggjar minuttir fyri tíð stútaði eitt fríspark frá Craig Bellamy í mál. Liverpool vann dystin 2-1.

 

Everton kom best frá byrjan, tá Nikica Jelavic legði Everton á odda. Daniel Agger og Jamie Carragher kundu ikki semjast um at sparka bóltin vekk. Tað endaði við at Jamie Carragher sparkaði bóltin beint í kropsskinnið á einum Evrton leikara og bólturin endaði fyri føturnar á Nikica Jelavic, sum lættliga kundi leggja Everton á odda.

 

Í seinna hálvleiki var Liverpool omaná og Andy Carroll skuldi havt javnað, tá hann úr stuttari fjarstøðu stútaði framvið málinum. Eitt gott korter inn í seinna hálvleik kom so útjavnandi málið. Sylvain Distin skuldi leggja bóltin aftur til málmannin, men avleveringin var ov veik og Luis Suarez tvísporaði avstað við bóltinum og skoraði.

 

Bara tríggjar minuttir fyri tíð skoraði Andy Carroll avgerandi málið, tá hann stútaði eitt fríspark frá Craig Bellamy í kassan.

 

Liverpool skal møta vinnaranum av hinari hálvfinaluni millum Tottenham og Chelsea, sum verður spæld í morgin.

 

FA Cup hálvfinala:

 

Liverpool – Everton 2-1

0-1 Nikica Jelavic, 24

1-1 Luis Suarez, 62

2-1 Andy Carroll, 87