Liverpool hevur tryggjað sær ein ungan spanskan fótbóltspælara, sum verður roknaður sum eitt stórt talent. Bæði Barcelona og Real Madrid lógu fram við, men Liverpool fekk undirskriftina hjá 16 ára gamla Jesus Fernandez Saez. Sáttmálin millum partarnar er galdandi í fimm ár, og í fyrstu syftu skal Suez venja á ungdómsakademinum hjá Liverpool.