Liverpool eyðmýkt av Oldham

Liverpool tapti 3-2 fyri Oldham, sum rótar í botninum í triðju deild í Onglandi. Eisini Tottenham er úti, meðan Fernando Torres bjargaði Chelsea í FA Cup.

 

Oldham, ið hevur fyrrverandi Manchester City spælaran, Paul Dickov sum venjara, kom á odda heilt tíðliga í dystinum við málið, sum Matt Smith skoraði. Miðskeiðis í fyrra hálvleik javnaði Luis Suarez fyri Liverpool.

 

Matt Smith legði Oldham á odda stutt fyri hálvleik, og stutt eftir hálvleik økti Reece Wabara til 3-1 við neyvum stútara. Liverpool trýsti restina av dystinum, men Oldham spælararnar stríddust manniliga og vunnu.

 

Chelsea var eisini í stórum trupulleikum móti Brentford úr fjórðbestu deildini. Tvær ferðir var Brentford á odda, men Oscar og Fernando Torres javnaðu fyri Chelsea. Málið hjá Fernando Torres kom seint í dystinum.

 

Tottenham var á útivølli móti Leeds. Fyrrverandi stórfelagið, sum fór á heysin tíðliga í hesi øldini spældi sum í gomlum døgnum. Luke Varney og Ross McCormack løgdu Leeds á odda 2-0, áðrenn Clint Dempsey minkaði um munin. Tað var ikki nokk fyri Tottenham og Leeds er víðari.

 

FA Cup 4. umfar:

Oldham – Liverpool 3-2

Leeds – Tottenham 2-1

Brentford – Chelsea 2-2