Liverpool eru fremstir

Tað er triðja ferðin í ár, at Liverpool spælir ein málleysan dyst heima í Anfield Road. Sum so ofta áður í ár, so var tað neyvleikin, ið væntaði hjá Liverpool.

Liverpool hevði fleiri kjansir, men tann størsta fyri steðgin átti West Ham og fyrrverandi Liverpool-leikarin Craig Bellamy, men skot hansara langt úti frá rakti stongina.

Í seinna hálvleiki átti Liverpool hinvegin nógv tann størsta kjansin, men West Ham málverjin stórbjargaði, tá Youssi Benayoun royndi seg úr stuttari fjarstøðu.

 

Nær við og næstan var tað altso hjá báðum liðum, men tað endaði við málleysum javnleiki. Liverpool fer við eina stiginum, teir fingu úr dystinum, framum Chelsea á stigatalvuni, soleiðis at teir nú hava 34 stig.

Stigið, sum West Ham vann á Anfield Road í kvøld, er tað fyrsta í útvið tíggju ár í Premier League sambandi. Stigið merkir eisini, at West Ham nú hevur 18 stig og liggur nummar 13 í deildini ? eitt stig aftanfyri Middlesbrough, Wigan og Fulham.