Enska fótbóltsfelagið, Liverpool Football Club, hevur verið til sølu síðani apríl. Seinastu vikurnar hevur felagið skift hendur fleiri ferðir. Í dag kom tað, sum sær út til at blíva, endaliga staðfestingin av at Liverpool er selt NESV. Maðurin, ið er á odda fyri NESV, er amerikumaðurin John W. Henry. Hann hevur í dag tosað sjónvarpsrásina hjá Liverpool og hann sigur seg kunna venda skútinum, men leggur dent á, at tað liggur eitt hart arbeiði fyri framman.
Í hinum endanum av søluni eru Tom Hicks og George Gillett, ið nú eru fyrrverandi eigarar av Liverpool. Tom Hicks sigur í dag við SkySports, at hann als ikki skilir at viðhaldsfólkini eru óð við hann. Hann sigur eisini, at hann hevði ein keypara, ið er eins ríkur og Sheik Mansour, sum eigur Manchester City, men at leiðslan í Liverpool og Royal Bank of Scotland stóðu í vegin fyri at selja til viðkomandi.
Liverpool er selt fyri góðar 2,55 milliardir krónur.










