Liverpool er søguliga vánaligt

Premier League: Manchester United seðgaði sigursrøðini hjá Manchester City

Átta av teimum tíggju dystunum í 28. umfari í Premier League hava verið um vikuskiftið. Millum stóru søgurnar er, at Liverpool hevur fyri frystu ferð nakrantíð tapt seks ferðir upp í slag á heimavølli, og Manchester United hevur stegðað sigursrøðgini hjá Manchester City.

Størsti dysturin í hesum umfarinum var í seint seinnapartin í gjár, tá grannadystur var á Etihad leikvølliunum í Manchester. Heimaliðið hevði undan dystinum vunnið dystir upp í slag, men sigursrøðin bleiv steðgað av Manchester United.

Gestirnir av Old Trafford vunnu dystin 2-0. Bruno Fernandes legði United á odda longu aftaná tveir minuttir upp á brotsspark, og Luke Shaw økti til 2-0. Sigurin var væl uppiborin, men tað er lagt upp til grannarnar á stigatalvuni, tí City hevur 11 stig fleiri.

##med2##

Tað er rungandi kreppa í Liverpool. Meistararnir taptu í gjár 1-0 á heimavølli móti Fulham, sum er undir niðurflytingarstrikuni. Hetta er sættu ferð upp í slag, at Liverpool tapur á Anfield og tað ongantíð hent fyrr. Liverpool er í løtuni áttanda plássi.

Premier League 28. umfar:

Burnley – Arsenal 1-1

Sheffield United – Southampton 0-2

Aston Villa – Wolverhampton 0-0

Brighton – Leicester 1-2

WBA – Newcastle 0-0

Liverpool – Fulham 0-1

Manchester City – Manchester United 2-0

Tottenham – Crystal Palace 4-1

Í dag:

Chelsea – Everton

West Ham – Leeds

1Man City28205356:1965
2Man Utd28159455:3254
3Leicester28165748:3253
4Chelsea27138642:2547
5Everton26144839:3346
6Tottenham27136846:2845
7West Ham26136740:3145
8Liverpool28127947:3643
9Aston Villa261241038:2740
10Arsenal271151135:2838
11Leeds261121343:4435
12Wolves28981128:3735
13Crystal Palace28971230:4734
14Southampton27961233:4433
15Burnley28791220:3630
16Newcastle27761427:4427
17Brighton275111127:3526
18Fulham285111222:3326
19WBA28391620:5618
20Sheffield Utd28422216:4514