Liverpool hevur í kvøld vunnið HM-kappingina fyri lið, sum er í Katar í hesum døgum. Liverpool vann 1-0 á brasilska Flamengo. Brasilski áleyparin hjá Liverpool, Roberto Firmino, skoraði einasta málið í dystinum í longdu leiktíðini.
Tað var annars minni munurin millum liðini á vøllinum. Evropesisku liðið hava vunnið 11 av teimum seinastu 12 FIFA World Club Cup kappingunum, sum eisini verða nevndar HM fyri lið. Tí var Liverpool favorittur, men brasilska mótstøðuliðið gav Champions League vinnarunum ein skarpan gang.
##med2##
Í yvirtíðini av vanligari leiktíð dømdi dómarin brotsspark til Liverpool, men eftir at hava hugt eftir VAR umbestemmaði hann seg. Tí varð farið til longda leiktíð, har Roberto Firmino skoraði eftir upplegg frá Sadio Mané.
Liverpool kann nú kalla seg FIFA World Club Champions. Hartil er Liverpool eisini Super Cup vinnari og Champions League vinnari.
FIFA World Club Cup 2019:
Liverpool – Flamengo 1-0 (eftir longda leiktíð)
1-0 Roberto Firmino, 99.min












