Liverpool er Carling Cup vinnari

Liverpool hevur í dag vunnið ensku steypakappingina, Carling Cup, við at sigra á Cardiff City. Tað skuldu brotsspørk til áðrenn Liverpool kundi taka móti steypinum. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1 og eftir longda leiktíð stóð á jøvnum 2-2. Tað endaði við at Anthony Gerrard brendi avgerandi brotssparkið fyri Cardiff.

 

Liverpool setti seg á dystin frá byrjan og longu aftaná fáar minuttir rakti Glen Johnson tvørstongina. Hóast Liverpool hevði tað mesta av spælinum, so varð tað sjáldan vandi á ferð frammanfyri Cardiff málinum.

 

Tá Cardiff so fór í mótálop vóru teir neyvir. Kenny Miller spældi Joe Mason leysan og hann trillaði bóltin millum beinini á Liverpool málverjanum og í mál.

 

Í seinna hálvleiki helt Liverpool fram við trýsta og lønin kom tá eitt korter var farið. Eftir hornaspark kom Liverpool miðverjin, Martin Skrtel, at standa leysur og kundi sparka bóltin í málið.

 

Kenny Miller og Luis Suarez fingu hvør sín møguleika at at avgera finaluna í vanligari leiktíð, men í báðum førinum brendu framherjarnir.

 

Í longdu leiktíðini skifti Liverpool Dirk Kuyt inn. Tað skuldi vísa seg at verða ein góð avgerð. Arbeiðshesturin úr Hollandi legði nevniliga Liverpool á odda 2-1 góðar tíggju minuttir fyri tíð.

 

Cardiff gav ikki skarvin yvir og tveir minuttir fyri tíð javnaði Ben Turner eftir hornaspark til stóra gleði fyri Cardiff viðhaldsfólkini.

 

Í brotssparkskappingini brendu bæði liðini tvey brotsspørk í part. Cardiff verjuleikarin og systiknabarnið hjá Liverpool liðskiparanum, Anthony Gerrard, stóð við ábyrgdini við tíggjunda og seinasta brotssparkinum. Tíverri fyri hann og Cardiff, so fór brotssparkið viðsíðuna av.