Tað varð sáldað eitt sindur í toppinum, tá ið trettanda umfar í bestu eingislku deildini var á skránni í vikuskiftinum. Higartil í ár hevur gongdin hjá Liverpool verið so nógv betri, enn hon hevur verið undanfarnu árini. Men í dag var tað ikki toppsnitt yvir avrikinum hjá Steven Gerrard og hansara monnum.
Liverpool var á vitjan hjá undirtippaða Hull, sum vísti framúr hugburð og stríddi og spældi seg til 3-1 sigur.
Seinni á degnum vunnu bæði Chelsea og Manchester City, sum nú eru nummar tvey og trý – ávikavíst fýra og seks stig aftanfyri Arsenal.
Chelsea vann 3-1 á heimavølli ímóti Southampton, sum longu í 1. minutti legði seg framum. Eftir steðgin svaraði heimaliðið so dyggiliga aftur. Millum málskjúttarnar var John Terry, sum umboðaði felagið fyri 400. ferð í landskappingardysti. Hetta var 67. dysturin á rað á heimavølli, at José Morinho og Chelsea í felag fingu úrtøku á heimavølli.
Manchester City vann sannførandi 3-0 sigur á heimavølli ímóti Swansea og Michael Laudrup. Stóri spælarin var Samir Nasri, sum skoraði bæði tey seinnu málini. Síðani fraklendingurin flutti úr Arsenal og til City, hevur tað ikki altíð ligið so væl fyri hjá honum, men nú gongur tað sum eftir ánni.
14. umfar verður mitt í vikuni. Landskappingardystir eru á skránni bæði týskvøldið og mikukvøldið.
Toppliðini skulu øll í eldin mikukvøldið: Arsenal-Hull, Sunderland-Chelsea,WBA-Manchester City, Liverpool-Norwich, Newcastle-Swansea, Southampton-Aston Villa, Manchester United-Everton og Fulham-Tottenham.
Úrslitini í 13. umfari
Í gjár
Cardiff-Arsenal 0-3
Everton-Stoke 4-0
West Ham-Fulham 3-0
Norwich-Crystal Palace 1-0
Aston Villa-Sunderland 0-0
Newcastle United-West Bromwich Albion 2-1
Í dag
Tottenham-Manchester United 2-2
Hull-Liverpool FC kl. 3-1
Chelsea-Southampton 3-1
Manchester City-Swansea 3-0










