Eftir at tað leingi hevur gingið sum eftir ánni hjá Liverpool FC, hevur úrtøkan í tøttu jólaskránni ikki verið nakað at reypa av. Tá skal eisini havast í huga, at avbjóðingarnar hava verið risa stórar. Í 18. umfari tapti Liverpool 2-1 á útivølli ímóti Manchester City, og í dag var fasittið tað sama, tá ið Liverpool royndi seg á útivølli ímóti Chelsea. Miðverjin Martin Skrtel legði Liverpool framum longu í 3. minutti, men altíð vandamikli Eden Hazard svaraði aftur eitt korter seinni. Sigursmálið skoraði Samuel Eto´o tíggju minuttir undan steðginum.
Fulla úrtøkan í dag ber við sær, at Chelsea nú er á triðja plássi - eitt stig aftanfyri Manchester City á øðrum plássi.
Nú 19 umfør eru farin, og kappingin harvið er hálvrunnin, er Liverpool FC á fimta plássi við 36 stigum og harvið seks stig aftanfyri toppliðið Arsenal, sum fyrr í dag vann 1-0 í Newcastle. Hitt stóra felagið í Liverpool, Everton, hevur staðið seg betri, enn tað mangan hevur gjørt. Í dag var úrslitið 2-1 sigur á heimavølli ímóti Southampton. Harvið er Everton á fjórða plássi – eitt stig frammanfyri Liverpool FC.
Tvey stig aftanfyri Liverpool FC eru Manchester United á 6. plássi og Tottenham á 7. plássi. Í dag vann Tottenham sannførandi 3-0 heimasigur á Stoke. Roberto Soldado skoraði átta minuttir undan steðginum, og Moussa Dembélé og Aaron Lennon skoraðu miðskeiðis í 2. hálvleiki.
20. umfar verður nýggjársdag. Millum áhugaverdu uppgerðirnar nýggjársdag eru, tá ið Manchester United fær vitjan av Tottenham, og tá ið Southampton fær vitjan av Chelsea.
1. januar: Swansea-Manchester City, WBA-Newcastle, Sunderland-Aaston Villa, Stoke-Everton, Southampton-Chelsea, Liverpool-Hull, Fulham-West Ham, Crystal Palace-Norwich, Arsenal-Cardiff og Manchester United-Tottenham.