Liverpool brølari kostaði nógv

Favorittarnir vóru á veg ímóti sigrinum, men so kostaði verjukiksari tvey stig

Lagið er ikki gott í Liverpool leguni. Í dag megnaðu teir reyðu bara 1-1 á útivølli ímóti West Bromwich Albion, sumstríðist fyri at halda seg omanfyri niðurflitingarstrikuna.

Liverpool legði seg framum við máli, sum Daniel Sturridge skoraði miðskeiðis í 1. hálvleiki eftir upplegg frá Luis Suarez.

Sum 2. hálvleikur leið, kendist tað sum um, at favorittarnir høvdu gott tak á spælinum, og t. d. hevði Luis Soarez risa møguleika at økja um leiðsluna.

Og so var tað, at brølari kostaði mál og seinni tvey stig. Verjuspælarin Kolo Toure legði í verjustøðu upp á tvørs til innskifta Victor Anichebe, sum takkaði fyri og setti bóltin í málið.

Liverpool vann seg ikki eftir skelkin. Dysturin endaði 1-1, og harvið mistu favorittarnir týdningarmikil stig í kappingini um at vinna atgongumerki til størstu europeisku kappingina.