Liverpool hevur longu tapt fyrsta dystin í 2023. Tað gjørdu teir í kvøld á útivølli móti Brentford, sum vann uppiborið 3-1. Talan var um ein hendingaríkan dyst við fleiri kolldømdum málum.
Liverpool fekk ein møguleika at leggja seg á odda, tá Darwin Núñez rak framvið málverjanum, men tað hevur serliga verið tað lætta arbeiðið, sum áleyparin ikki hevur fingið gjørt. Á málstrikuni stóð ein verjuspælari og bjargaði.
Í hinum endanum skoraði Brentford eftir hornaspark. Eitt sjálvmál. Tað bleiv eisini 2-0 eftir innlegg, og stutt frammanundan hevði Brentford fingið eitt mál kolldømt. Heimaliðið var greitt omaná.
Í hálvleikinum skifti Liverpool tríggjar og svaraði aftur. Fyrst skoraði Darwin Núñez, men málið bleiv kolldømt, men bara minuttin seinni skoraði Alex Oxlade-Chamberlain. Eina løtu trýsti Liverpool, men fimm minuttir fyri tíð avgjørdi Bryan Mbeumo dystin í mótálopi.
Brentford hevur við sigrinum lagt seg undir liðina á Liverpool, sum er nummar seks. Fyri Liverpool er talan um enn ein vánaligan dyst í hesum kappingarárinum. Tað eru ávaringartekin um eitt lið í stórari afturgongd í løtuni.
Komandi tríggjar dagarnar verður restin av 17. umfarið spælt.
| 1 | Arsenal | 16 | 14 | 1 | 1 | 40:14 | 43 |
| 2 | Manchester City | 16 | 11 | 3 | 2 | 44:16 | 36 |
| 3 | Newcastle | 17 | 9 | 7 | 1 | 32:11 | 34 |
| 4 | Manchester Utd | 16 | 10 | 2 | 4 | 24:20 | 32 |
| 5 | Tottenham | 17 | 9 | 3 | 5 | 33:25 | 30 |
| 6 | Liverpool | 17 | 8 | 4 | 5 | 34:22 | 28 |
| 7 | Brentford | 18 | 6 | 8 | 4 | 30:28 | 26 |
| 8 | Chelsea | 16 | 7 | 4 | 5 | 20:18 | 25 |
| 9 | Fulham | 17 | 7 | 4 | 6 | 29:27 | 25 |
| 10 | Brighton | 16 | 7 | 3 | 6 | 28:24 | 24 |
| 11 | Crystal Palace | 16 | 6 | 4 | 6 | 17:21 | 22 |
| 12 | Aston Villa | 17 | 6 | 3 | 8 | 19:25 | 21 |
| 13 | Leicester | 17 | 5 | 2 | 10 | 26:30 | 17 |
| 14 | Leeds | 16 | 4 | 4 | 8 | 23:29 | 16 |
| 15 | Bournemouth | 17 | 4 | 4 | 9 | 18:36 | 16 |
| 16 | Everton | 17 | 3 | 6 | 8 | 13:20 | 15 |
| 17 | West Ham | 17 | 4 | 2 | 11 | 13:22 | 14 |
| 18 | Nottingham F. | 17 | 3 | 5 | 9 | 12:34 | 14 |
| 19 | Wolves | 17 | 3 | 4 | 10 | 10:26 | 13 |
| 20 | Southampton | 17 | 3 | 3 | 11 | 15:32 | 12 |











