Hóast Tom Hicks og George Gillett kundu vunnu á leið eina milliard hvør, so valdu teir at siga nei takk, tá Dubai International Capital aftur royndi at keypa Liverpool. Teir báðir amerikumenninir keyptu í fjør Liverpool fyri á leið 2,25 milliardir krónur, men boðið frá saudi-arabisku oljumilliardunum var nærum tað tvífalda.
ESPN skrivar, at George Gillet var til reiðar at selja, men Hicks vildi undir ongum umstøðum siga nei, og tí varð handilin av ongum.










