Liverpool bjóðar av

Premier League: Liverpool er í hølunum á Manchester City, meðan Tottenham ætlar sær í Champions League

Liverpool hevur í kvøld vunnið 2-0 á Arsenal og er nú bara eitt stig aftanfyri Manchester City í Premier League. Tottenham vann somuleiðis 2-0 í dag og er enn við í stríðnum um at koma í Champions League.

 

Stóri spurningurin var um Mohamed Salah fór at verða tøkur. Hann byrjaði á bonkinum hjá Liverpool og var á veg inn fyri Diogo Jota, tá sami Diogo Jota legði Liverpool á odda 1-0, eftir uppspæl í vinstru síðu. Málverjin hjá Arsenal skuldi helst havt bjargað.

 

Lítla løtu frammanundan fekk Arsenal eina gávu frá Thiago, ið spældi Arsenal áleyparan púra leysan, men Alisson Becker stórbjargaði. Tað bleiv líka sum myndin av dystinum. Roberto Firmino setti punktum við máli til 2-0.

 

Tottenham vann 2-0 á Brighton, sum koyrir í tómgongd. Cristian Romero átti eina stórutá á einum skoti og er noteraður fyri málið. Harry Kane økti til 2-0, sum eisini bleiv úrslitið.

 

1Man City29224368:1870
2Liverpool29216275:2069
3Chelsea28178357:1959
4Arsenal27163843:3151
5Man Utd29148748:4050
6West Ham29146948:3648
7Tottenham281531044:3548
8Wolves291441129:2346
9Aston Villa281131441:3936
10Southampton298111036:4535
11Crystal Palace29713939:3834
12Leicester26961140:4533
13Brighton297121026:3633
14Newcastle287101132:4831
15Brentford29861532:4530
16Leeds29681531:6526
17Everton26641628:4722
18Watford29641929:5522
19Burnley273121222:3821
20Norwich City29452018:6317