Robert Huth hevur spælt 20 dystir fyri Stoke hetta kappingarárið. Áður hevur týski verjuspælarin spælt við Middlesbrough og Chelsea.
Robert Huth kom til Stoke á sumri í 2009. Kenda ítróttarrásin SkySports sigur seg vita, at Liverpool FC hevur lagt eitt boð inn uppá Robert Huth. SkySports veit tó ikki at siga hvussu stóra upphædd Liverpool hevur boðið uppá Robert Huth.
Tað er tó ivasamt um Stoke vil selja Robert Huth. Høvuðsvenjarin hjá Stoke, Tony Pulis hevur á fleiri sinnum róst týska verjuspælaranum til skýggja.
Høvuðsvenjarin hjá Liverpool, Roy Hodgson er hinvegin undir stórum trýsti, og vil tí leggja eitt sindur fyri, fyri at styrkja um hópin hjá sær, soleiðis, at Liverpool kann fáa eitt heiðurligt kappingarár.