Liverpool basti meistarunum

Liverpool hevði eitt sera gott útgangsstøði undan seinnu áttandeilsfinaluni í Champions League ímóti verjandi Champions League meistarunum úr Barcelona. Liverpool hevði nevniliga vunnið fyrra dystin á útivølli 2-1, og tí skuldi Barcelona fáa eitt gott úrslit Anfield fyri at spæla seg víðari til kvartfinalurnar.

 

Liverpool legði tó fyri sum eitt satt ódnarveður, og teir løgdu gestirnar undir eitt øgiligt trýst fyrstu løtuna av dystinum. Eftir fyrstu 25 minuttirnar hevði Liverpool havt 9 skot uppá mál, meðan Barcelona enn ikki hevði havt eina roynd á málið hjá Reyna. Liverpool hevði eisini fleiri stórar møguleikar at leggja seg á odda, og m.a. høvdu teir ein trídupultan møguleika, sum tó ikki gav mál. Sissoko hevði eisini eina roynd á tvørtræið í fyrra hálvleiki, men tá fyrri hálvleikur var liðugur, stóð enn á jøvnum 0-0, og hetta úrslitið kundu gestirnir sanniliga gleðast um.

 

Í seinna hálvleiki var Barcelona heldur betri við í dystinum. Ronaldinho hevði eitt skot á stongina, men eisini Gerrard hjá Liverpool hevði ein opnan møguleika, sum hann tó brendi. Í staðin fyri eina leiðslu til Liverpool, so legði Gudjohnson Barcelona á odda seint í dystinum, og nú kom rættur spenningur í. Barcelona royndi at trýsta Liverpool, men enska liðið helt