Liverpool kom aftur á slóðina í dag, við einum 4-0 sigri á Blackburn. Longu tíðliga í dystinum kom Liverpool á odda ímóti grannunum úr Lancaster.
Jamie Carragher sendi ein langan bólt inn í brotsteigin hjá Blackburn, har Fernando Torres vísir sín heimsklassa. Spaniólin tekur bóltin niður við bringuni, snarar sær og meddar bóltin upp í handara hornið. Eitt ótrúliga vakurt mál. Bert 6 minuttir vóru farnir av dystinum tá.
Stutt fyri steðgin fær Liverpool fríspark. Xabi Alonso tekur frísparkið. Bólturin endar hjá Fernando Torres, sum røkkur hægri enn Chris Samba, og stútar bóltin í málið til 2-0 til Liverpool, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.
Tá góðir 10 minuttir eru eftir kemur danski Daniel Agger á máltalvuna. Blackburn-verjan hopar undan Daniel Agger, sum frá 31-32 metra fjarstøðu sendir eitt vakurt langskot í kassan hjá Paul Robinson. Fyrsta málið hjá dananum í hesum kappingarárinum.
Stutt undan leikloki fær Liverpool sítt fjórða mál. Jamie Carragher sendir inn til Lucas, sum beinir bóltin víðari til David Ngog, sum frá stuttari fjarstøðu staðfestir stórsigurin hjá Liverpool. Liverpool er oddalið í løtuni. Manchester United spælir ímóti Sunderland á útivølli, og Chelsea tekur ímóti Bolton. Báðir dystirnir byrja kl 15.









