Liverpool aftur á kósini

Liverpool fekk í dag vent keðiligu gongdini seinastu tíðina, tá teir á heimavølli vunnu móti West Bromwich

Fyri fyrstu ferð síðani august eydnaðist tað í dag Liverpool at vinna ein dyst í Premier League.

Liverpool vann 2-1 á heimavølli móti West Bromwich, hóast støðan eitt skifti í seinna hálvleiki var 1-1.

 

Ein av nýggju Liverpool leikarunum, Adam Lallana legði Liverpool á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, eftir frálíkt uppspæl, har hann sjálvur var við. Og maðurin, ið avgjørdi dystin fyri Liverpool var arbeiðshesturin á miðvøllinum, Jordan Henderson.

 

Aðrastaðni fekk hart sperda Newcastle týðandi stig á útivølli móti Swansea. Dysturin endaði við 2-2 javnleiki. Annan dystin á rað var tað senegalesiski áleyparin, Papiss Cissé, ið var avgerandi maðurin fyri Newcastle, tí hann skeyt bæði málini fyri Newcastle.

Newcastle eigur tó enn fyrsta sigurin til góðar í Premier League í hesum kappingarárinum.

 

Úrslitini í dag:

 

Liverpool – West Bromwich 2-1 (1-0)

1-0 Adam Lallana

1-1 Saido Berahino

2-1 Jordan Henderson

 

Swansea – Newcastle 2-2 (1-1)

1-0 Wilfried Bony

1-1 Papiss Cissé

2-1 Wayne Routledge

2-2 Papiss Cissé

 

Hull City – Crystal Palace 2-0 (0-0)

1-0 Mohamed Diamé

2-0 Nikica Jelavic

 

Leicester – Burnley 2-2 (2-1)

1-0 Jeffrey Schlupp

1-1 Michael Kightly

2-1 Riyad Mahrez

2-2 Ross Wallace

 

Sunderland – Stoke 3-1 (2-1)

1-0 Connor Wickham

1-1 Charlie Adam

2-1 Steven Fletcher

3-1 Steven Fletcher