Live stroyming: Føroya fyrsta marghøll hevur almenna móttøku

Í dag frá klokkan 16 til 19 verður alment hátíðarhald í Marghøllini í Vági í sambandi við, at Marghøllin í Vági verður alment tikin í nýtslu. Og her á síðui kanst tú fylgja við beinleiðis á Live stroyming, sum Símun Berg tekur sær av. 

 

 

 

Dagurin verður skipaður við røðum, tónleikaframførslum og ikki minst við ítróttar-innsløgum. 

 

– Í Marghøllini bjóða vit eisini kaffi og te, kaku, og sunkist til børnini, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

 

Dagurin byrjar klokkan 16, tá Jens Petur Brattalíð, leiðari fyri Marghøllina, bjóðar vælkomin. Síðani flyta Anna B. Samuelsen, forkvinna í Vágs Ítróttarráð, og Dennis Holm, borgarstjóri fram røður. Og eftir hetta fer ein gamal VB’ari alment at taka Marghøllina í Vági í nýtslu.

 

Á skránni er eisini fótbóltsdystur millum FM-vinnararnar hjá VB frá 2000 og leikarum úr TB, Sumba og Royn frá sama ári.

 

Frælsur Ítróttur Føroya luttekur eisini og vísir, hvussu eitt nú startur, rimarenning (hurdles) og annað fer fram.

 

Tónleikinum standa Kirkjukórið Ljómur, Orðið á borðið, Robert McBirnie og Hjalmar & Dagfinn fyri