Tvørlistarliga átakið Live aRt fer í næstum at læra fólk graffiti. »Graff-Tour 2010« hava tey valt at kalla verkstovuna, sum tey fara at ferðast við á skúlum í næstu viku, umframt at tey eisini vitja í SMS.
Live aRt hevur í tí sambandi fingið tveir danir til Føroya, Rasmus Balstrøm og Alexander Witting, at undirvísa í graffiti. Mánadagin og mikudagin verður vitjað á skúlum og týsdagin verður skipað fyri tiltaki á torginum í SMS í Havn.
Hetta tiltakið er ætlað sum eitt listarligt jólatiltak, har fólk kunnu melda seg til verkstovurnar, sum verða fríggjadagin og leygardagin. Rasmus Balstrøm og Alexander Witting fara at sína fram egin verk, umframt at teir eisini fara at gera live-art, altso mála graffiti meðan fólk hyggja at.
Til verkstovurnar, sum verða 17. og 18. desember vera fýra føroysk listafólk eisini við.
Live aRt er eitt tvørlistaligt tiltak, sum hevur til endamáls at skapa eitt forum ímillum fólk og ymsar listagreinar, og eisini ímillum Føroyar og útheimin. Live Art hevði sína fyrstu verkstovu 2. til 11. juni í ár, og tað eydnaðist so mikið væl, at fólkini handan tiltakið nú royna seg aftur í næstu viku.