Live aRt: fyrsti føroyski listafestivalurin

Mikudagin 2. Juni byrjar fyrsta Live aRt tiltakið og heldur fram í tvær vikur við verkstovum í dansi, DJ?ing, VJ?ing og listamáling.

Live aRt er eitt tvørlistaligt tiltak, ið hevur til endamáls at skapa eitt forum fyri fólk innan ymiskar listagreinar bæði í Føroyum og tvørtur um landamørk. Lærararnir í ymisku greinunum koma bæði úr Týsklandi, Danmark, Føroyum og Íslandi.

 

2. juni verður tiltak í Pakkhúsinum á Tvøroyri, og hósdagin 3. Juni verður tiltak í Klaksvík, har verkstovur og framsýningar vera í tveir dagar. Frá 7. Til 9. mei vera tiltøkini í Tórshavn, ið enda við einari stórari framsýning í Sirkus í Vágsbotni 10. Og 11. mei.

 

Ymisku verkstovurnar eru at síggja á www.facebook.com/liveart.fo og á mess.fo, har tað eisini ber til at tekna seg til tær ymisku verkstovurnar.