Lívdin byggir við Vegin Langa

- Vit síggja fram til at byggja ein bygning, sum verður karmur um tørvir og visiónir okkara.

Í dag klokkan 11 varð sáttmáli undirskrivaður millum samkomuleiðsluna í Lívdini og byggifelagið Sp/f Heildarverk í Fuglafirði, sum kemur at gera fyrsta byggistig av nýggja samkomubygninginum hjá Lívdini við Vegin Langa í Hoyvík.

 

Bygt verður í trimum byggistigum, og Heildarverk kemur í fyrsta umfari at gera betongkonstruktiónirnar í sambandi við fyrsta byggistig.

 

Sjálvur samkomusalurin kemur at rúma umleið 800 fólkum. Umframt samkomusalin verða rúm til aðrar aktivitetir.

 

Grundøkið er 6.500 fermetrar, og bygningurin verður í tveimum hæddum við eini gólvvídd upp á tilsamans 2.770 fermetrar. Fyrsta byggistig verður eftir ætlan liðugt í 2016.

 

-Vit síggja fram til at byggja ein bygning, sum verður karmur um tørvir og visiónir okkara, og vit gleðast um at kunna byggja ein bygning, sum vónandi verður borgarum í Tórshavnar kommunu og øllum øðrum til stóra hjálp og gleði, sigur Jógvan Zachariassen samkomuleiðari í Lívdini.

 

Myndin er av Jógvani Zachariassen samkomuleiðara í Lívdini og Torfinni Nón frá Sp/f Heildarverk. Tað er Einar Vang, sum hevur tikið myndina.