Lívdin byggir sær lívd í Hoyvík

Fundamentið undir samkomuhúsinum í Hoyvík tekur nú skap.

Ymiskt er, hvussu menniskjan sær við-og mótgongd. Tá vindurin blæsur, søkja summi sær lívd, meðan onnur byggja sær vindmyllur.

 

Áhugaverd orð, sum tó einki hava við samkomuna Lívdina og hennara byggiverkætlan í Hoyvík at gera.

 

Fundamentið undir samkomuhúsinum, sum nú verður bygt í Hoyvík, er so smátt farið at taka skap á grundøkinum.

 

Tað er byggifyritøkan Heildarverk í Fuglafirði, sum ger betongarbeiði, sum í hesi bygging verður rættiliga umfatandi.

 

- Okkara partur verður mest forskallingsarbeiði, men vit skulu eisini, tá arbeiðið er komið longri, leggja stór og tung takelementir oman yvir. 

 

Torfinn Nón, sum er annar av monnunum, ið eigur Heildarverk, sigur, at talan verður um rættiliga stór og tung takelementir.

 

- Hesi elementir, sum verða stoypt í Damark, verða heili 29 metrar long og 2,40 metrar breið.

 

Hann sigur, at fimm slík elementir skulu leggjast oman yvir grundina, tá hon er komin upp.

 

- Hesi elementini viga umleið 25 tons hvørt. So, hesi eru rættiliga stór og tung, sigur Torfinn Nón. 

 

Í løtuni hevur Heildarverk einar fýra mans í Hoyvík, men so hvørt, sum arbeiðið kemur longri, koma fleiri at arbeiða á byggiplássinum.