Livdi í skóginum í 27 ár

Løgreglan í amerikanska statinum Maine hevur tikið ein 47 ára gamlan mann, sum hevur livað sum útiløgumaður í 27 ár.

Løgreglan heldur, at hesi árini hevur Christopher Knight framt meiri enn 1.000 innbrot eftir mati og øðrum neyðsynjarvørum. Tá hann bleiv tikin, hevði hann júst brotið inn í eitt ungdómshús í einum skógi við býin Rome, og stutt haðani fann løgreglan eitt tjald, sum maðurin eftir øllum at døma hevur búleikast í.

Stutt áðrenn Christopher Knight bleiv tikin, breyt hann inn í ein stovn fyri menningartarnað, haðani hann stjól mat og pengar. Løgreglan heldur, at hann hevur brotið inn í hendan sama stovnin umleið 50 ferðir fyrr.