Livar vil inn á ting

Kendi havrógvarin Livar Nysted stillar upp til løgtingsvalið.

Livar Nysted er ikki meira enn komin aftur frá sínum seinasta túri, men longu nú er hann klárur til næstu avbjóðingina.


Lokalfelagið hjá Tjóðveldinum í Norðoyggjum hevur nevniliga kunngjørt í dag, at trý fólk eru á teirra lista til løgtingsvalið, harav Livar Nysted er ein teirra. Tað skrivar Norðlýsið.


Livar skal harvið hjálpa flokkinum at tryggja umboðan úr Norðoyggjum. Flokkurin misti sítt umboð í økinum í 2012, tá tað ikki eydnaðist Heina O. Heinesen at vinna sætið aftur á tingi.


Hini bæði, ið longu frammanundan hava boðað frá at tey stilla upp, eru Óluva Klettskarð úr Haraldssundi og Jóhann Lutzen úr Klaksvík.