Livar vil aftur seta heimsmet

Livar Nysted í Hvannasundi fer um ein mánað aftur at rógva um høv, og málið hjá teimum átta monnunum er at sláa verandi heimsmet. Leiðin á hesum túrinum gongur frá Kanariuoyggjunum vestur til Barbados, sum liggur í Karibiska havinum

Í 2010 settu Livar Nysted í Hvannasundi og vinmenn hansara heimsmet, tá ið teir í bátinum Artemis sigldu úr New York til Bretlands. Teir brúktu 55 dagar um ferðina og slerdu eitt 114 ára gamalt met.
Nú ætlar Livar Nysted aftur avstað, og málið er at seta eitt met, sum ein góður vinmaður hansara setti í fjør.
Teir verða átta menn við bátinum, fýra skulu rógva í senn. Ein er úr Australia, seks bretar og so Livar.
- Vit ætla at gera líka sum seinast og rógva tveir tímar í senn.
Ein nýggjur bátur er smíðaður til hesa ferðina. Báturin eitur Avalon.
- Hann er gjørdur úr sera løttum tilfari, og eg vænti, at hann fer at ganga væl, sigur Livar Nysted.
Hann fer úr Føroyum fyrst í nýggju árinum til Kanarisku oyggjarnar. Har seta teir seg við árarnar og stevna móti Barbados í Karibiska havinum.
Metið, sum sett varð í fjør, var 32 dagar.
- Vit vóna at brúka minni enn ein mánað til túrin, og tað skuldi borið til, um streymur og veðrið eru við okkum, sigur Livar Nysted.

Krevur sálarliga styrki
Hann fyrireikar seg væl til túrin, venur nógv.
- Men tað er ikki nóg mikið við likamligum venjingum. Sálarliga styrkin hevur nógv størri týdning enn likamliga styrkin. Tú skal vera egnaður, annars ger alt tað sama.
Livar Nysted hevur prógvað, at hann er sera væl egnaður til havróður, sum verður roknað sum mest ekstrema og harða ítróttargrein, sum nakað menniskja kann íðka.
Í fyrireikingartíðini nýtist honum ikki at halda seg til nakran serkost.

Etur niðurfyri
- Eg kann eta alt, nógvan mat og helst eisini feitan mat, tí tað skal vera nakað av á ferðini, sigur hann.
Ein vanligur arbeiðsdagur á landi brennir umleið 4.000 kaloriur um dagin, men ein havrógvari brennir 10.000 kaloriur um dagin.
- Vit eta á túrinum 5.000 kaloriur um dagin, og tað er nógv, men tá ið vit brenna so nógv , sigur tað seg sjálv, at vit fara aftur. Seinast fór eg 20 kilo aftur, sigur Livar Nysted.
Á sjálvari ferðini liva teir av turrkosti, sum verður bloyttur. Haraftrat eta teir nógva sjokolátu.
Á einum túri hevði Livar Nysted turran fisk við sær. Hinir spýðu næstan av deyminum. Bara ein hevði hug at smakka.
- Men tá ið 10 dagar vóru farnir, ótu allir, tí teir saknaðu okkurt at býta í. Hin maturin er so keðiligur og skal súpast, sigur Livar Nysted.
Tá ið hann fór túrin úr New York, tordi hann ikki at taka turran fisk við sær, tí hann var bangin fyri at renna seg i forðingar í USA. Nú hann skal til Spania, er hann ikki bangin at taka turran fisk við sær. Spaniólar munnu ikki vera líka strangir, heldur hann.

Tað kostar
Livar Nysted arbeiðir sum vanligur maður hjá byggifyritøkuni Kanjon í Klaksvík.
Men ein arbeiðsmannaløn røkkur ikki til at fíggja eina slíka ferð, og tí er hann farin at leita eftir sponsorum.
- Bara at seta seg í bátin kostar 150.000 krónur. Haraftrat koma ferðaútreiðslur, mist arbeiðsinntøka og annað, so útreiðslurnar liggja millum 250.000 og 300.000 krónur, sigur Livar Nysted.
Men stóra upphæddin forðar honum ikki í at fara, tí hugurin at rógva og seta met er størri enn so.