Mánakvøldið byrjar Livar Nysted saman við sjey øðrum at rógva teir 5000 kilometrarnar frá Kanariuoyggjunum til Barbados.
Metið at rógva henda teinin er 32 samdøgur, men Livar Nysted sigur, at hetta metið ætla teir at taka á túrinum.
- Vit kundu hugsað okkum at klára túrin innan ein mánað. Klára vit tað, kunnu vit seta nýtt met, sigur Livar Nysted.
Hann sigur, at veðrið í suðuratlandshavi er gott, og haraturat plagar hetta heldur ikki at vera tíðin, har orkanir gera um seg.
- So í løtuni er tað veðrið sum avger, um vit seta met ella ikki, sigur Livar Nysted vónaríkur.
Í løtuni er øll manningin á Kanariuoyggjunum, har tær seinastu fyrireikingarnar verða gjørdar.
Í morgunsendingini á Rás2 hósdagin greiddi Livar Nysted frá túrinum, seinastu fyrireikingunum og hvussu tað skal hátíðarhaldast, um so er, teir seta met. Hoyr ljóðbrotið niðanfyri.