Mikukvøldið 22. februar kl. 19.30 fortelur Livar Nysted í Norðurlandahúsinum um túrin í 2010 tvørtur um Atlantshavið, um at seta sær mál og klára tær forðingar, ið eru í vegin - og hvussu umráðandi tað er at fylgja sínum dreymi.
Í 2010 setti Livar, saman við trimum øðrum monnum, tvey heimsmet við at rógva meir enn 5000 km tvørtur um Atlantshavið.
Hetta var ein krevjandi og stór avbjóðing, ið kravdi langa og drúgva fyrireiking - og har motivatión til at náa sínum dreymi og máli hevði avgerandi týdning.
Av øllum ítrottagreinum, er havrógving kosið til at verða tann mest ekstrema og harðasta ítrottagreinin, ið nakað menniskja kann íðka.
Og at seta tvey heimsmet í slíkari ítrottagrein, er ikki nakað man kemur sovandi til.
Metið, sum Livar var við til at seta, hevði staðið í 114 ár og er sostatt ein tann elsta rekordin, ið nakrantíð er tikin.